Um 3D secure

Trygdarloysn í sambandi við keyp á netinum

 

Tá ið tú keypir við gjaldskorti á netinum, kanst tú verða biðin um at tøppa inn eitt 3D Secure loynital. Hetta er ein eyka trygd hjá tær, sum keypir á netinum. 3D Secure er eitt felags heiti fyri ”Verified by Visa”, ”MasterCard SecureCode” og "Dankort Secure by Nets".

 

3D secure virkar soleiðis: 

Tá tú hevur góðkent gjaldskort-upplýsingarnar biður 3D Secure um eina 4-ciffraða trygdarkotu. Hendan kotan kemur á fartelefonina hjá tær.

Um tú í staðin verður biðin um at logga á NEM ID, er telefonnummarið hjá tær ikki skrásett í sambandi við 3D Secure trygdina.

NEM ID kann tíverri ikki skráseta nummarið hjá føroyskum brúkarum, so tað ber ikki til at gjøgnumføra keypið á hendan hátt.

 

Ring til bankan, og tekna fartelefonnummar til 3D Secure

Um tú sum føroyskur brúkari ynskir at tekna teg til 3D Secure, skalt tú seta teg í samband við tín banka. Tað er nevnliga ikki møguligt hjá tær sum føroyskum brúkara at tekna teg til skipanina á netinum, uttan so at tú hevur eitt danskt CPR-nummar tengt at tínum NemID brúkara. Tá ið bankin hevur teknað teg til 3D Secure, verður tað virkið á netinum næsta yrkadag.

Alsamt fleiri nethandlar hava sett í verk 3D Secure til tess at fyribyrgja misnýtslu av gjaldskortum, og frá 8. jan. 2017 varð 3D Secure eitt krav, tá ið keypt verður við Dankorti á netinum.